Nú verður farið undir seinastu sýningarnar av Álvaleiki hjá Hans Andriasi Djurhuus í Sjónleikarhúsinum.
Síðani Havnar Sjónleikarfelag hevði frumframførslu av 73 ára gamla leikinum tann 4. oktober, hava 28 leikara og nógv fólk handan pall spælt 21 sýningar og framførslurnar hava gingið væl. Leikurin hevur fingið góð ummæli, og bæði ung og gomul hava sæð leikin og hava latið væl at, ja onkur, sum er so væl til árs, at tey sóðu leikin, tá hann 1. ferð varð leiktur í Sjónleikarhúsinum í 1930, hevur eisini verið á gátt.
Tað listarliga arbeiði, ið yrkislistafólk hava lagt í pall, búnar og tónleik hevur givið áhugaleikarunum ein fullfíggjaðan karm at virka í, og at hetta hevur kenst inspirerandi, hevur sæst aftur á spælinum.
Royndin við dupultari manning hevur eydnast framúr væl og fleiri áskoðararnir hava nýtt høvi til at síggja leikin meira enn eina ferð fyri at síggja tær ymsu tulkingarnar av leiklutunum.
Álvaleikur er ein familjuleikur, fólk í øllum aldrum kunnu fegnast um skemtiligu søguna og børn, ung, vaksin og golum koma øll heim við sínum serstaku upplivingum.
Seinastu sýningarnar á skránni verða í kvøld og annaðkvøld kl. 19.30 og sunnudagin kl. 16. Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni ella við dyrnar.










