Seinastu postkortini verða send

Um vikuskiftið verða seinastu sýningarnar av leikinum, Postkort úr Havn. Leikurin er bygdur á minnisverdar hendingar í Havn síðani miðskeiðis í 80?unum og til dagin í dag. Verkætlanin er sett saman við leikbrotum, kryddað við sangi og tónleiki, so tiltakið ber brá av kabarett.

Leikhópurin settur saman við royndum og minni royndum leikarum. Millum anna kunnu nevnast Kári K. Mouritsen, Kjartan Kristiansen, Sonni Smith, Petra Iversen, Hjørdis Trond, Árni Nicolajsen, Heri Kragesteen. Leikstjórar vóru Ria Tórgarð og Barbara Christophersen.

Seinastu sýningar av ?Postkort úr Havn?, verða fríggjadagin klokkan 20, og leygar- og sunnudagin klokkan 17. Atgongumerkir fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar ein tíma undan sýning.