Leikurin er bygdur á minnisverdar hendingar í Havn síðani miðskeiðis í 80-árunum og fram til dagin í dag. Sýningin er sett saman av leikbrotum, kryddað við sangi og tónleiki, so tiltakið minnir um eina kabarett.
Leikararnir eru bæði royndir og minni royndir. Millum tey, sum spæla við, kunnu nevnast Kári K. Mouritsen, Kjartan Kristiansen, Sonni Smith, Petra Iversen, Hjørdis Trond, Árni Nicolajsen, Heri Kragesteen.
Leikstjórar vóru Ria Tórgarð og Barbara Christophersen.
Seinastu sýningar verða fríggjakvøldið kl. 20.00 og leygar- og sunnudagin kl. 17. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar ein tíma undan sýning.










