Seinastu lundapisurnar fara í næstum

Mesta føðin hevur verið nebbasild, men støddin hevur ikki verið tann rætta

Tær seinastu pisurnar, ið Havstovan hevur hildið eyga við í ár, verða nú floygdar, og væntandi fara tær úr reiðrinum í næstum.

Havstovan hevur síðani 2005 fylgt við gongdini í 15 lundaholum á Skúvoynni, har til ber at fylgja við beinleiðis umvegis vevkamera.

Havstovan skrivar, at rættiliga skiftandi hevur verið við pisunum seinastu árini. í 2010 og í 2011 rýmdu lundarnir frá eggunum, og eingin pisa kom út. Í 2012 komu seks pisur, men bert ein yvirlivdi, í 2013 komu fýra pisur, og ein varð floygd.

Vend kom í í 2014, og síðani tá eru allar pisurnar floygdar.

Í ár komu 12 pisur, og eftir øllum at døma verða allar pisurnar floygdar.

- Mesta føðin hevur verið nebbasild, men støddin hevur ikki verið tann rætta. Oftast vóru nebbasildirnar, sum eru gýttar í ár, bara um 5 cm langar og sera klænar, so har var lítið føðsluvirði í teimum, men við hvørt komu lundarnir við bara einari stórari nebbasild í senn, sum var um 12 cm. Hetta er nebbasild, sum er meira enn eitt ára gomul og ov stór til ungar pisur, men góð føði hjá teimum eldru pisunum, sigur Havstovan.

Í løtuni eru bert tvær pisur eftir í holunum, men Havstovan væntar, at tær fara fyrsta dagin.

Til ber at fylgja við beinleiðis á leinkjuni her.