Næsta vikuskifti lata seinastu trý kjarnorkuverkini, sum framvegis eru virkin í Týsklandi, aftur.
Nú vísir ein kanning, sum blaðið Bild hevur gjørt, at meirilutin av týskarum eru ímóti, at verkini stongja.
52 prosent av teimum spurdu í kanning, sum Insa hevur gjørt, halda, at tað er skeivt at taka tey trý kjarnorkuverkini burtur úr orkuframleiðsluni. 37 prosent halda, at tað er rætt at gera. 11 prosent siga seg ikki vita.
Avgerðin um at stongja øll kjarnorkuverk í Týsklandi var tikin í 2011. Hetta var stutt eftir óhappið á Fukushima verkinum í Japan.
Russiska innrásin í Ukraina hevði við sær, at orkuveitingin kom undir trýst, og prísirnir hækkaðu nógv. Hetta hevði við sær kjak um, hvør tað var rætt at niðurleggja kjarnorkuverkini og teirra orkuveiting. Ósemja var í stjórnini um málið, men niðurstøðan var, at verkini skulu lata aftur sum ætlað. Og tað verður so leygardagin 15. apríl.