Seinastu jólagestirnir lendir

Nú kl. 20:49 lendu teir seinastu jólagestirnir. Flogferðslan hevur gingið væl til jóla. Fyrradagin argaði veðrið eitt sindur, men nú eru øll komin heim í øllum góðum. Í dag eru tvey flogfør komin, tað fyrra kom kl. 13.53, og tað seinna kom kl. 20.49, bæði eru komin úr Keypmannahavn, bæði vóru fullfermd t.v.s. uml. 90 fólk í hvørjum.

Eitt flogfar fór úr Vágum kl. 8:13 í morgun, og eitt stendur til at fara kl. 21:00 í kvøld, hvussu nógv fólk eru farin vita vit ikki, men tey eru ikki so nógv, bæði skuldu til Keypmannahavnar.

Jólaaftan og jóladag verður eingin flogferðsla.