Guernsey: Fríggjadagin vóru tær seinastu kappingarnar sendar av bakkastokki, og millum tær ítróttargreinirnar, ið endaði tá var fimleikurin. Tá varð kappast í bundnum uppgávum á gólvi og í lopi um hest.
Fyrrapartin var kappingin fyri kvinnurnar, og hon gekk ikki so væl. Sjálvt um stigini vóru rættiliga nógv, so gav hetta ongantíð meira enn eitt sætta pláss.
Best hjá kvinnunum kláraði Anita Knudsen seg. Stigini verða samantald aftaná báðar kappingarnar, og endaði Anita har á einum níggjunda plássi, sum tann fremsta føroyska kvinnan.
Á gólvi endaði Anita é inum sætta plássi við 9,1 stigum, og var hon har fremst av teimum føroysku. Anna Hansen endaði á einum 12. plássi við 9,35 í lopi um hest, og var Anna tá tann fremst av føroyingunum.
Menninir
Hjá monnunum gekk heldur betri. Teirra kapping var seinnapartin fríggjadagin, og var tað eisini eitt gott punktum fyri føroyska fimleikin á oyggjaleikunum.
Á gólvi fekk Høgni R. Øster silvur. Hann hevur annars næstan ikki verið við í kappingunum hesar oyggjaleikirnar. Mikudagin kappaðist hann í rekk, har tað ikki gekk rættiliga eftir vild. Fríggjadagin vildi tó betri til, og hann fekk eitt annaðpláss við stigunum 9,1. Hinir føroysku menninir gjørdust nummar 4, 5, 9 og 10 á gólvi.
Í lopi um hest fekk Helgi Winther Olsen eitt annað pláss við 9,8 stigum.
Fyri alt samanlagt endaði Høgni R. Øster á einum triðja plássi og ognaði sær sostatt bronsuna.
Helgi Winther Olsen hevði annars trý gull at verja í hesum kappingunum, men væntaði hann longu áðrenn tær byrjaðu, at tað fór hann ikki at klára.
Myndatxt: Høgni R. Øster fekk fríggjadagin eina silvur og eina bronsu í fimleiki. Helgi Winther Olsen fekk eina silvur