Nú fáast eingi føroysk egg av Velbastað í handlunum longur Føroya Egg á Velbastað er givið, og tær 6.700 hønurnar eru kiptar. Tær seinastu vórðu kiptar hóskvøldið.
-Kappingin frá teimumn útlendsku eggunum er sera stór, eitt nú tí útlendsku eggini verða stuðlað á ymsan hátt, sigur Annfinn Brekkstein, stjóri á eggvirkinum á Velbastað, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Hann sigur, at samráðingar eru við áhugað, sum ætla at nýta bygningarnar á Velbastað til aðra vinnu.










