Seinastu finalistarnir í tónleikakappingini Sement skulu finnast í triðja innleiðandi umfari, sum verður á Reinsarínum í Havn í kvøld.
Seks bólkar luttaka, og teir umboða ymiskar tónleikasjangrur. Mest kenda navnið er Danny & Ingi. Teir eru etableraðir í føroyskum tónleiki og skulu nú royna seg í Sement. Í kvøld luttaka eisini Skor, Dóttir, Benjamin Rajani, Hanna Elisa og Tidal Crush 2.
Dómarar avgera, hvørjir bólkar sleppa víðari í finaluna, sum verður næsta leygarkvøld.
Kringvarpið sendir beinleiðis frá Sement, sum byrjar klokkan 20.











