Hondbóltur
Hevði onkur undan kappingarbyrjan sagt, at Tjaldur ella Kyndil skuldu verða annar parturin í steypafinaluni hjá kvinnum, so høvdu tey flestu helst bara ypt øksl.
Men veruleikin er nú, at annað av liðunum fær møguleikan.
Kyndil hevur ikki verið í finaluni, síðani tær í 2000 vunnu eina óhugnaliga spennandi finalu á VB, men tað krevur nakað, um Kyndil skal somikið langt í ár.
Tjaldur hevur nevnliga gjørt púrasta greitt, at tað var álvari handan orðini, tá tey í summar søgdu, at liðið – umfrmt uppflyting til Sunset-deildina – eisini ætlaði sær langt í steypakappingini. Fyrru hálvfinaluna móti Kyndli vann Tjaldur við fýra málum, og tí hava tær nú góðar fortreytir at spæla seg fram til størsta hondbóltsdagin av øllum.
Í hini hálvfinaluni hjá kvinnum er so sum so við spenninginum. Stjørnan gjørdi nevnliga bart, tá tær vitjaðu í Vági, og ilt er at síggja, hvussu tær skulu missa seks mála stóra leiðslu á heimavølli.
Seinasta finalan í kvøld verður hjá monnum. Her hevur Kyndil betru kortini í dystinum móti H71. Fyrra dystin, sum varð spældur í Hovyíkarhøllini, vann Kyndil við seks málum. Og tað er ein leiðsla, sum eigur at geva teimum grønu stóran fyrimun undan dystinum í kvøld.
Dystirnir í kvøld
Kvinnur
Dystur Klokkan støðan
Kyndil-Tjaldur 18.30 28-32
Stjørnan-VB 19.00 28-22
Menn
Kyndil-H71 20.00 28-22