Seinastu bygdaráð undan samanlegging

- Sjálvt um Sandoyggin verður løgd saman í eina kommunu, verður talan framvegis um eina lutfalsliga lítla kommunu. Tí er einasti útvegur í mínari verð, at vit leggja saman við Havnina, tá verða vit partur av einum stórum felagsskapi, sigur Gerhard Lognberg sum roknar við, at Sandoyggin verður løgd saman til eina kommunu undan næsta kommunuvali um hálvtfjórða ár

Tað er rættiliga nógv virksemi í Skopun, og tað er borgarstjórin væl nøgdur við.

- Ja, vit hava eitt flakavirki, sum hevur arbeiði so at siga hvønn dag. Teir keypa fisk og koyra hann hendan vegin í trailarum. Og so hava vit ídnaðarøkið har norðuri, Lívfiskastøðina, handlar, turkihús og timburhandil. Og so er snikkaravirkið og grótvirkið umframt entreprenørar eisini, so jú, tað er rættiliga nógv virksemi her, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu.

Ídnaðarøkið hjá kommununi var lagt av einaferð í 1990-unum, men tað er ikki fyrr enn eftir aldarskiftið, at verulig ferð er komin á við virkjum.

- Nei, tað má man siga. Í mong ár var bara blandistøðin hjá J & K Petersen har, og so kom grótvirkið. Men síðani er komið nógv annað virksemi har norðuri og eg má siga, at tað var ein góð íløga, vit gjørdu tá í ídnaðarøkið, sigur Gerhard Lognberg.

Umframt alt annað virksemi er kommunan eisini í holt við at byggja barnaskúlan út.

- Vit gjørdu ein nýggjan barnagarð herfyri, sum er ógvuliga snøggur. Tað eru eini trý ár síðani hann lat upp, og har ganga út við 60 børn. Í skúlanum ganga eini 35 børn, men hann er vorðin ov lítil til krøvini, sum eru í dag, sigur Gerhard Lognberg.

Skúlin hevur verið í góðum standi, men hann er bara vorðin ov lítil, og tí er neyðugt at byggja hann út.

- Betongarbeiðið er liðugt, so útbyggingin er fult í gongd, sigur borgarstjórin.

At tað ganga so nógv fleiri børn í barnagarði enn í skúla gevur eina ábending um, at fólkatalið er á veg uppeftir.

- Tá stóra skrædlið var fyrst í 90-unum rokni eg við, at Skopun mundi verða tann bygdin, sum varð harðast rakt av kreppuni, og vit endaðu niður móti 400 fólkum frá 612. Men vit koma spakuliga krúpandi upp eftir aftur og eru í løtuni 512 ella har á leið, sigur Gerhard Lognberg.

 

Stykkjaðu út til tunnil

Eins og hinar bygdirnar gjørdi Skopunar kommuna seg klára at taka ímóti væntaðu tilflytingini, tá undirsjóvartunnilin kom.

- Tað var soleiðis, at tá prátið tók seg upp um undirsjóvartunnilin, gjørdust fólk ógvuliga áhugað, og tað var í veruleikanum tá, at vit byrjaðu at gera allar íløgurnar í bygdini. Eitt av endamálunum var at fáa ung fólk til Sandoynna, og tað haldi eg, at allar kommunurnar í Sandoynni tóku til sín, sigur Gerhard Lognberg.

Skopunar kommuna gjørdi eina útstykking við 23 stykkjum.

- Øll grundstykkini vórðu seld beinanvegin, og eftir teimum 23 stóðu kanska eini 30 á bíðilista. Men so kom hetta hóttafallið á við Sandoyartunlinum, har nógv vóru ímóti honum. Øll kenna ta søguna, men tað førdi so til, at nógv av teimum grundstykkjunum eru latin inn aftur, og fólk vilja heldur bíða og síggja tíðina ann, sigur Gerhard Lognberg.

Hann sigur, at fær Skopun einar 20 ungar familjur, sum hava fast arbeiði, so merkir tað 40 nýggjar inntøkur til kommununa, og tað sama er galdandi fyri hinar kommunurnar í oynni.

Hann sigur, at inntøkurnar hjá Skopunar kommunu í nógvar mátar hevur verið tengt at, um arbeiði hevur verið á flakavirkinum, og av tí at har hevur verið nógv og støðugt arbeiði, hevur tað ikki merkst serligt, at ein kreppa herjar um allan heim og fyri ein part eisini her heima hjá okkum.

- Men sjálvandi merkist tað nakað her eins og alla aðra staðni, sigur Gerhard Lognberg.

 

Bjartskygdur

Borgarstjórin í Skopun hevur meiri enn nakar annar verið synonymur við Sandoyartunnilin, men hvat heldur hann, at tunnilin hevur at siga fyri oynna og fyri vinnulívið í hansara egnu kommunu?

- Ja, har eri eg ikki í iva um, at undirsjóvartunnilin til Sandoynna hevur alt at týða. Og ikki bara fyri Sandoynna, men fyri suðurøkið í Føroyum – og eg haldi eisini fyri miðøkið og fyri Føroyar sum heild, sigur Gerhard Lognberg.

Hann vísir á, at tey hava so ógvuliga gott byggilendi har suðuri.

- Tað hevði havt alt at týða fyri Sandoynna, og vit høvdu sæð ein stóran fólkavøkstur her suðuri, tá undirsjóvartunnilin verður veruleiki. Sum tú veit er uppskot komið niðan í Tingið nú um at gera partafelagið Sandoyartunnilin, og so skal tað felagið fáa teir pengarnar, sum annars hava verið skotnir inn í Norðoyatunnilin, og tað liggur um 45 milliónir krónur um árið, sigur Gerhard Lognberg.

Tað stendur niðurfelt í samgonguskjalinum, at í 2011 skal byrjast upp á undirsjóvartunnilin, so borgarstjórin í Skopun sær ógvuliga ljóst upp á framtíðina.

Hann væntar sostatt, at tunnilin kemur, fyrr heldur enn seinni.

- Eg havi slett ikki loyvi at ivast í tí. Vit kenna øll samtyktina í Løgtinginum um, at vit skuldu byrja 1. november 2009, og vit vita eisini øll, at tað varð ikki veruleiki. Samstundis gera vit tað, at vit siga, at vit byrja í 2011, og eg trúgvi einki upp á, at Løgtingið fer tvær ferðir at svíkja suðuroyggjar í Føroyum. So eg havi góðar vónir um hattar, sigur Gerhard Lognberg.

 

Oyggin ov veik

Eitt annað mál, sum upptekur fólk um enn ikki í sama mun, sum undirsjóvartunnilin, er spurningurin um kommunusamanlegging. Og har hevur borgarstjórin í Skopun sína heilt greiðu meining.

- Nei, har er eingin ivi um, at tá tú spyr meg handan spurningin, og eg svari tær heilt erliga, so trúgvi eg nokk, at tey bygdaráðini, sum sita nú, eru tey seinastu undir hesari skipanini. Eg rokni við, at tá val verður aftur um hálvtfjórða ár vænti eg, at kommunurnar hava lagt saman, sigur Gerhard Lognberg.

Hann vísir tó samstundis á, at sjálvt um øll Sandoyggin verður løgd saman í eina kommunu, so fáa tey framvegis bert eina eind, sum svarar til eitt nú Fuglafjarðar kommunu.

- Sandoyggin verður einki øðrvísi enn Fuglafjørður sum kommuna, so í mínari verð haldi eg, at Sandoyggin átti at lagt saman við Havnina, tí so vóru vit komnir í eitt størri øki. At leggja Sandoynna saman úr hesum fýra kommununum í eina kommunu, sum telur 1300 fólk, sigur mær ikki so ógvuliga nógv, sigur Gerhard Lognberg.

Sandoyggin verður sostatt ein ov lítil eind sum einsamøll kommuna.

- Sjálvandi. Sandoyggin megnar ikki at bera alt. Tú má sum borgari á Sandoynni hava somu krøv sum aðrir borgarar í landinum, og vit sum kommuna við 1300 borgarum koma ongantíð at megna at lyfta ta byrðuna einsamøll, sigur Gerhard Lognberg.

Kemur undirsjóvartunnilin, og íbúgvaratalið verður tað tvífalda, verður støðan kanska øðrvísi.

- Men sum støðan er í løtuni, hava vit ikki møguleika at gera tað sama, sum onnur støð í Føroyum. Tá verður Sandoyggin verri fyri. Vit kunnu til dømis taka spurningin um eina ítróttahøll. Sandoyggin eigur onga ítróttahøll, tað sær kanska eitt sindur ljósari út við tí, men í løtuni hava vit onga, og tað haldi eg er ov vánaligt, at ein oyggj sum Sandoyggin ikki kann bjóða sínum ungu eina ítróttahøll, sigur Gerhard Lognberg.

 

Standa saman

Men hóast tað ikki verður byrjað upp á Sandoyartunnilin fyrr enn í fyrsta lagi í 2011, so hevur Skopun kortini 60 børn í barnagarðinum, og fólk hava ikki mist áræði at seta føtur undir egið borð.

- Ja, eg síggi nú ikki so svart upp á framtíðina. Tað verður bygt her í Skopun, hóast fleiri hava sagt grundstykkini frá sær aftur. Tvey grundstykki eru planerað og eini hús standa í gerð, so jú tað verður bygt, sigur Gerhard Lognberg.

- Sum eg nevndi í áni, so verða hetta allarhelst síðstu bygdaráðini, sum sita undir hesari skipanini. Eg trúgvi, at tá vit koma til næsta kommunuval, verða kommunurnar lagdar saman. Men sjálvt um vit verða løgd saman í eina kommunu, verða vit kortini bert ein lítil kommuna í mun til aðrar kommunur, sigur borgarstjórin í Skopun.

Hann er, eins og onkur undan honum, bæði lands- og kommunupolitikari, og tað sær hann ongar trupulleikar við.

- Eg haldi sjálvur, at tað er ein góð kombinatión at vera bæði. Tú kanst náa langt, men tað kann eisini vera stríggið og kann slíta nógv upp á teg, men eg trúgvi kortini, at tað er gott á mangar mátar, at tú kanst vera í báðum støðunum. Eg haldi, at tað er pláss fyri tí, men tað liggur eisini nógv arbeiði í tí, sigur Gerhard Lognberg.

Kemur tað hartil, at talan verður um eina kommunu, og verður borgarstjórin í Skopun valdur inn í nýggju kommununa, ætlar hann sær at arbeiða líka hart fyri einari Sandoyarkommunu, sum hann higartil hevur gjørt fyri Skopunar kommunu.

- Ja, tað kann eg lova tær, at tað fari eg at gera. Sandoyggin er so mikið lítil, at tað er bara eitt hjá okkum at gera, og tað er at standa saman sum ein maður, og tað er tað, vit vinna við. Tað einasta vit kunnu gera er at standa saman og lyfta í felag, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar Kommunu.