Vinnuhúsið setir í dag seinastu atgongumerkini til fyrilesturin við Bill Clinton og Hans Blix til sølu Í fyrstu atløgu beyð Vinnuhúsið limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag at keypa atgongumerkini, men enn eru so nøkur eftir.
Hesi verða seld umvegis telefon í dag, og frá klokkan 9 í morgun ber til hjá áhugaðum at tekna seg fyri atgongumerkjunum.
Kostnaðurin fyri hvørt atgongumerkið er 5.000 kr., og sleppa tey, ið ringja inn, ikki at ogna sær meira enn tvey atgongumerki hvør.