Seinastu almennu sýningarnar

Ferðast hevur verið kring landi við einrøðuleikinum síðani frumsýningina í Finsen 15.sept.

 

Ummælini og umrøðan av leikinum hevur verið góð og somuleiðis undirtøkan.

 

Sýningar av leikinum verða nú og eru hesari: 24.nov. kl 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, 25.nov. kl 20, í Løkshøll 28.nov. kl 17, í Ungmannafelagið Royndin í Nólsoy.

 

Tvær útseldar sýningar eru í Atlantis, men eykasýning verður  1. des. kl 20.

 

Seinastu almennu sýningarnar av einrøðuleikinum “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” eftir Riu Tórgarð, verða eftir ætlan í Atlantis 29. og 30.nov. og 1.des., hvørt kvøld kl 20. Útseldu sýningarnar, sum skuldu verða 3. og 6.nov. verða ávikavist 29. og 30.nov. Eykasýning 1.des. kl 20.

 

Almennu koronatilmælini verða fylgd, siga fyrieikararnir.

 

##med2##