TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Tróndur Arge gjørdi við stórskjúttan hjá Kyndli, David Edvardsen aftaná 27-30 (12-15) tapið hjá Kyndli ímóti StÍF inni á Skála í kvøld. Talan var um dyst í bólkaspælinum í Coca Cola steypakappingini. Úrslitið merkir, at Kyndil er útsligið í kappingini, og H71 og StÍF fara víðari til hálvfinalurnar úr bólki 1.
David heldur tað verða ógvuliga harmuligt, tí ein steypafinala er tað, sum allir hondbóltsspælarar í Føroyum droyma um at røkka. Hann er serliga harmur um seinastu 10 minuttirnar av dystinum, har tað "gik ged i den", sum David málber seg.
David staðfestir tó, at teir í Kyndli ætla at herja á í landskappingini, men teir mugu vinna hvønn dyst nú fyri at røkka FM finalunum.











