Seinasti tingfundur var fríggjadagin 5. november. Tá vóru, eins og á, tingfundinum í dag, trý mál á skránni. Tað fyrsta var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 13/1999, ið var uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 1999 og um frágreiðing um virki ráðsins í 1999. Málið varð beint í uttanlandsnevndina.
Næst á skránni var svar frá Anfinni Kalsberg, løgmanni, uppá fyrispurning frá Bergi P. Dam, varamanni á tingi fyri Jóannes Eidesgaard, víðvíkjandi rættartrygd hins einstaka.
At enda var framløga á skránni. Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nummar 11/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld í sambandi við panting. Hetta mál er til fyrstu viðgerðar í dag.
Formaðurin boðaði somuleiðis frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nummar 5/1999, ið er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lóg fyri Føroyar »lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed«.