Tað er løgmansrøðan, ið er til umrøðu. Rættiliga nógvir politikarar hava biðið um orðið, og tað er týðiligt, at valið, ið verður 31. august, merkir tað, ið verður sagt.
Millum annað hevur Helena Dam á Neystabø hildið sína seinastu røðu á tingsins røðarapalli.
Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, upplýsti eisini, at nýggjastu skattatølini vísa stóran vøkstur fyri juli 2019. Hon segði, at kommurnar hava fingið 11 prosent meira, landskassin hevur fingið 13 prosent meira og eftirlønarskatturin er vaksin við 15 prosentum.

Seinasti tingdagur í morgin












