- Á hvørjum ári síðan 2005 hava Djóni Kunoy og eg verið norðuri á Nakkinum á Kunoynni. Í summar varð hetta av ongum, og tí valdu vit at gera túrin nú - á tíggjunda ári.
Tað sigur Rani Nolsøe, sum 3. jóladag í ár gjørdi henda túrin saman við Djóna Kunoy og Hanus Fríðrikki Joensen.
- Hetta var helst seinasti møguleiki í ár. Vit fóru til gongu í myrkri úr bygdini Kunoy um 8.45-tíðina. Vit vildu hava alt dagsljósið við, og vit gingu í neðra norður í Skriðjudal.
Hann sigur, at teir úr Skriðjudali gingu niðan á Hjalla og komnir norður í Móðisdal, tóku teir seg niðan í Reyðurók, har viðhefta mynd av manninum undir klettinum er tikin.
Rani Nolsøe sigur, at úr Reyðurók gingu teir norður á Hálsin. Síðan niðan í skarðið á Stakkinum, og haðani beinleiðis norður á Nakkin.
- Har uppi merktu vit væl tann hvassa og kalda landsynningin. Men, vit komu fram og kundu njóta Føroyar úr hæddini á háveturstíð, nú farið er um stytsta dag.
Hann sigur, at á heimferðini gingu teir oman norðuri í Dal, oman á Hjallan og síðan heim í Skriðjudal. Haðani gingu teir heilt oman og heim aftur í bygdina í Kunoy.
- Tann seinasta tíman gingu vit í bølamyrkri. Skalt tú ganga Nakkin tíggju ár á rað, mást tú vera til reiðar, tá høvið býðst, sigur Rani Nolsøe brosandi.
Hann vísir á, at á langa gongutúrinum tóku teir tað róliga og tosaðu saman um leiðina, sum skuldi gangast. Teir vóru varnir og tóku sær eingi óráð fyri.
- Vit kendu leiðina og har, sum vit hildu tað vera neyðugt fyri tryggleikan, traðkaðu vit okkum spor í kavan, sigur Rani Nolsøe, sum viðgongur, at hesin túrur onkuntíð hevur verið lættari gongdur enn 3. jóladag í ár.