Týsdagin kl 16.20 fer TernanI seinasta túrin av Havnini inn á Skálafjørðin.
Broytingar eru gjøgdar í løgtingslógini, soleiðis at Skálafjarðarleiðin ikki longur er umfatað av lógini um flutningsskyldu, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni.
Frá mikumorgni 26. februar verður broytt og nýggj ferðaætlan hjá Bygdarleiðum fyri leiðini Toftir - Tórshav ? Toftir sett í gildi. Broytingarnar í ferðaætlanini verða lýstar í bløðunum týsdagin, verður sagt av Strandferðsluni