Í dag var seinast stýrisfundurin hjá Kommusamskipan Føroya hetta skeiðið hildin. Fundurin var í hølunum hjá Tórshavnar kommunu á Vaglinum í Havn. Eftir nýggjár verður nýtt stýri skipað.
Tá verða tvey nýggj andlit. Magnus Rasmussen kemur í staðin fyri Hans Jacob Lamhauge úr Runavík og Gunvá við Keldu kemur fyri Steinbjørn O. Jacobsen úr Klaksvík.
Hesar báðar kommunur fáa nýggjan borgarstjóra, og í stýrinum hjá Kommunusamskipan Føroya sita bert borgarstjórarnir.
Tí er myndin, sum tikin varð í dag, søgulig. Umframt starvsfólk og borgarstjórar í limakommununum, síggjast báðir teir fráfrandi borgarstjórarnir í miðjuni, Hans Jacob fremst og Steinbjørn aftanfyri.
Kelda: Torshavn.fo