Seinasti spenningurin fór úr kappingini

Hondbóltur, kvinnur: Við greiða sigrinum á Kyndli týskvøldið, beindi Stjørnan allan iva av vegnum. Vegurin til meistaraheitið liggur nú víðopin, og meira enn vanligur kleyvarskapur skal til, um Klaksvíkin skal missa væntaða meistaraheitið

Tá Kyndilsleikararnir týsdagin fóru til Klaksvíkar, vóru tær ivaleyst væl vitandi um, at hetta so avgjørt var seinasta útkall, um tað skuldi eydnast at gera nakað sum helst við bjørtur FM-vónirnar hjá klaksvíkingum.

Í byrjanini var eisini líkt til, at hetta tyngdi um spælið hjá verandi føroyameistarunum, og heimaliðið tók av møguleikanum, og fekk sær beinanvegin eina trivaliga leiðslu.

Leiðslan helst sær dystin út, og hóast kyndilsliðið royndi at bíta frá sær við hvørt, so varð hetta ongantíð nóg mikið til at hótta Stjørnuna, sum sostatt vann ein hampuliga tryggan sigur.

Stjørnan er nú heili átta stig framman fyri næsta mótstøðuliðið, og tað skal ganga verri enn av skriðuni til, um FM-heitið ikki skal enda í Klaksvík


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Stjørnan: Vesna Tomajek 11 (2), Simona Hansen 5, Annika Ljósstein 3, Joan M. Joensen 2, Anna K. Samson 2, Una Olsen 2, Andrijana Milodanovic 1

Kyndil: Lotte Sørensen 7 (3), Jórun Ludvig 5, Jensia Petersen 4, Ann Hansen 2, Rakul Joensen 2

Brotskøst:

Stjørnan 4, Kyndil 3

Útvísingar:

Stjørnan 2, Kyndil 3

Dómarar úr StÍF:

Poli Hansen og Alexandur Johansen