Seinasti skúladagur á Trøðni

Hósdagin í farnu viku var seinastu skúladagur hjá næmingunum við skúlan á Trøðni.

Hetta er vanliga ein dagur, har nógv verður gjørt burtur úr og har næmingarnir sjálvir sleppa at vera í miðdeplinum eina góða løtu.

Hesin hósdagurin var einki undantak.

Í høllini varð borðreitt til ein góðan drekkamunn, men áðrenn fólk komu so langt var ymiskt til undirhalds á skránni. Her vístu nakrir av næmingunum av sonnum, at teir eisini hava tónlistarligar gávur.

Saman við lærara teirra, Anniku Højgaard høvdu tey vant nøkur løg, og sum vórðu framførd til stóra fragd fyri foreldrum, systkjum, lærarum og onnur.

Til hesa løtuna høvdu aðrir næmingar sett fram nøkur av handaligu verkum sínum, og her kundu so foreldrini síggja, hvat tey hava fingið burtur úr á hesum økinum.

Skúlin á Trøðni er sjálvstøðugur, almennur serskúli. Hann skal veita undirvísing til næmingar, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í nærumhvørvinum.

Serskúlin undirvísir næmingum í fólkaskúlaldri, tó kunnu næmingar halda fram við skúlagongdini til endan á tí skúlaári, tá teir fylla 18 ár.