Seinasti sáttmálin hjá Totti

Francesco Totti fer í holt við seinasta kappingarárið sum spælari – um eitt ár verður hann ítróttarstjóri

AS Roma legendan, Francesco Totti, tekur eitt tørn afturat fyri barndómsfelagið. Tað er greitt í kvøld, eftir at Francesco Totti hevur longt sín sáttmála við einum árið.

 

39 ára gamli Francesco Totti skal sostatt í holt við sítt 25’inda kappingarár sum fulltíðarprofessionellur fyri AS Roma.

 

Harafturat boðar AS Roma frá, at hetta er seinasti sáttmálin hjá Francesco Totti sum leikari í felagnum. Tí um gott og væl eitt ár, steðgar Francesco Totti sum fótbóltsspælari, og tá skal hann altso ístaðin vera ítróttarstjóri í AS Roma. Sáttmálin sum ítróttarstjóri er galdandi í seks ár fram.

 

Francesco Totti spældi sín fyrsta dyst fyri AS Roma sum 16 ára gamal í 1993. Samanlagt hevur hann spælt 758 dystir á besta liðnum hjá Roma og skotið 304 mál. Hann eigur sostatt met fyri bæði flestar dystir og flest mál í felagnum.