Seinasti postflutningur sjóvegis um Vestmannasund

Eftir at postur hevur verið fluttur sjóvegis um Vestmannasund í yvir hundrað ár, fór seinasti postbilurin við Ternuni seinasta túrin av Oyragjógv týsdagin 10. desember. Jóan Pauli Hammer bilførari hjá Postverkinum koyrdi postbilin hendan dagin

Sjóvegis postflutningur um Vestmannasund fór í søguna týsdagin 10. desember. Fyrstu tíðina bleiv posturin førdur við opnum róðrarbáti av Válinum yvir á Oyragjógv. Seinni bleiv siglt á Fútaklett. Frá umleið 1920 førdi deksbáturin "Helgi" postin um sundið. Deksbáturin "Ólavur" røkti hesa sigling 1930 til 1965, tá Bragd kom at sigla um Vestmannasund. Síðan 1969 hava SAM og Ternan røkt hesa sigling. Posturin bleiv handaður umborð á bátarnar til bilferjurnar komu. Síðan tá hava postbilarnir úr Havn koyrt til bygdirnar í Vágum og á flogvøllin við og eftir posti.