Seinasti naglin í kistuna hjá alivinnuni

- Støðan er rættiliga álvarslig. Avger ES um eina viku at leggja 15% í verjutolli á laks úr Føroyum, er eingin sum helst ivi um, at øll alivinnan í Føroyum fer á húsagang, sigur formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag, Atli Gregersen

Alivinna

Føroyska alivinnan bløðir, og hon hevur bløtt leingi. Smoltstøðir hava latið aftur, og alifeløg hava mist allan sín eginpening og eru farin á húsagang. Útseting er lítil og eingin. Í 2002, tá ið vónir enn vóru um eina føroyska alivinnu, fóru 20 miljónir smolt á sjógv. Í fjør var talið 7 miljónir. Í ár hevur verið tosað um einar 3 miljónir smolt. ILA-sjúka og dumpingákærur hava saman við sera lágum laksaprísum gjørt tað næstan ómøguligt at reka alivinnu í Føroyum. Herfyri birtist tó ein pinkalítil vón aftur, tí laksaprísirnir eru batnaðir. Aftur kundu alarar selja laks við einum lítlum yvirskoti. Men treytin fyri, at tann parturin av vinnuni, ið er eftir, hevði nakran sum helst møguleika at fóta sær, er, at prísurin ikki fellir aftur.
Men bráddliga sær alt nú so kolasvart út aftur, tí ES ? eftir áheitan frá skotum og írum, sum eru limir í ES ? hevur ætlanir um at leggja ein verjutoll uppá eini 15% á laks úr eitt nú Noregi, Chili og Føroyum.

Ógvuliga kritiskt

Atli Gregersen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag, sigur, at støðan er ógvuliga álvarsom.
- Fyri einum tveimum vikum síðan sendu vit nevndini í ES, sum hevur við laksin at gera, bræv, har vit siga okkum skilja skotar og írar. Í brævinum gera vit vart við, at vit kunnu taka undir við hugskotinum um kvotur fyri at minka um útboðið. Tí kemur tað ógvuliga dátt við, nú ES eftir øllum at døma ætlar, at verjutollurin eisini skal fevna um føroyska laksin.
Atli sigur, at tað, sum skotar og írar í fyrsta lagi vilja við tiltøkunum, er, at minka um útboðið av laksi úr Noregi og Chili.
- Men nú bendir mangt á, at Føroyar verða tiknar við, og tað er ógvuliga álvarsamt, nú føroyska alivinnan frammanundan bløðir so nógv.
Formaðurin í Havbúnaðarfelagnum sigur seg ivast í, um ES yvirhøvur hevur lisið brævið, sum felagið hevur sent teimum.

Seinasti naglin

Atli sigur, at verður ein verjutollur uppá 15% lagdur á laks úr Føroyum, fer eisini tann parturin, sum eftir er av føroysku alivinnuni, á húsagang.
- Tað er als eingin ivi um, at hetta verður seinasti naglin í kistuna hjá okkara alivinnu, sigur hann sannførdur og avgjørdur.
Hann sigur, at allar kreftir í føroyska samfelagnum mugu viðvirka til, at Føroyar ikki verða fevndar av verjutollinum.
- ES ætlar at koma við verjutollinum longu um eina viku. Tí er ógvuliga avgerandi, hvat hendir teir næstu dagarnar. Ja, hetta verður ein vika, har avgerðin fellir um, hvørt vit í Føroyum fara at hava ein farra eftir av eini alivinnu ella als onga alivinnu.
Formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag sigur, at megnar føroyska samfelagið komandi vikuna ikki at sannføra ES um, at Føroyar eiga at haldast uttanfyri verjutollin, fer øll tann føroyska alivinnan í søguna.

Fundur við løgmann

Stutt fyri middag hósdagin fór Føroya Havbúnaðarfelag á fund við løgmann, Jóannes Ejdesgaard, um støðuna.
- Løgmaður hevur um hendi uttanríkisdeildina, og vit hava biðið um fund við løgmann, tí hetta málið hevur ógvuliga stóran skund, sigur Atli.
Hann heldur annars, at skulu vit hava eina alivinnu í Føroyum, er neyðugt við einum øðrum tilknýti til ES.
- Alivinnan kann ikki liva við hóttandi dumpingákærum og hóttanum um verjutoll. Vit eiga avgjørt at taka uppaftur viðgerðina um okkara tilknýti til ES, sigur Atli Gregersen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag, at enda.