Seinasti motorsúkklutúrurin

Tíðindaskriv

Føroya MC skipar leygardagin fyri seinasta motorsúkklutiltakinum hesaferð.
Nú heystið stendur fyri durun fer motorsúkklusesongin 2004 at halla, og fyri at markera hetta hevur Føroya-MC gjørt av at skipa fyri einum tiltaki, sum vit nevna Endatúrurin 2004.
Talið á motorsúkklum er økt sera nógv seinastu árini og árið í ár er einki undantak. Veðrið fyrru helvt av summarinum var einki serligt, men seinna helvt hevur hyln-ast nógv betri, og nógvar motorsúkklur hava verið at sæð á vegunum kring landið.
Føroya-MC hevur havt nógv tiltøk á skránni í ár, og tann seinasti stóri felagstúrurin verður 25. september. Dentur verður lagdur á, at hetta tiltakið er fyri øll motorsúkkluáhugað, tær nýtist ikki at vera limur í nøkurm felag fyri at luttaka.
Møtt verður á Shell Støðini við Ringvegin í Havn kl 11, koyrt verður kl 12, farið verður ein túr gjøgnum býin, síðani verður koyrt til Vágarnar, har steðgað verður í umleið ein tíma. Har verða kaffi og køkur av fáa, umframt at onkur kapping verður. Aftaná verður koyrt aftur til Havnar.
Veitsla verður um kvøldið í Kagganum. Meira um tiltakið kann lesast á heimasíðuni hjá Føroya-MC -
www.foroya-mc.fo