Seinasti møguleikin hjá City

(Champions League) Vinnur Manchester City ikki í kvøld eru teir so gott sum úti

Í kvøld verða fyrru átta dystirnir í fimta umfari í bólkaspælinum í Champions League. Størsta trýsti er á nýríka Manchester City, sum enn ongantíð hevur megnað at spælt seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League.

 

Bayern Munchen, FC Porto, PSG og Barcelona eru víðari til endaspælið. Her er ein upptakt til fimta umfar í Champions League bólkaspælinum.

 

Bólkur E:

Manchester City er í kempu trupulleikum í bólki E. Vinna teir ikki í kvøld á heimavølli móti Bayern Munchen, so kunnu CSKA Moskva ella AS Roma vinna seg víðari við sigri í innanhýsisdystinum í Moskva. Tann dysturin verður spældur uttan áskoðarar.

 

Bayern Munchen er víðari, men er uttan Phillip Lahm, David Alaba, Javi Martinez, Holger Badstuber og Thiago Alcantara. Hinvegin, so er Manchester City uttan Yaya Toure og Fernandinho við leikbanni, og David Silva, Aleksandar Kolarov og Edin Dzeko vegna skaða.

 

Dystir:

Manchester City – Bayern Munchen (19:45)

CSKA Moskva – AS Roma 2-0 (17.00)

 

Støðan:

1. Bayern Munchen 12

2. AS Roma 4

3. CSKA Moskva 4

4. Manchester City 1

 

Bólkur F:

Bæði PSG og Barcelona eru víðari til Champions League endaspælið. Tí er at kalla ongin speningur eftir í bólki F uttan at Barcelona og PSG berjast um at blíva nummar eitt, og harvið skula møta einum 2’ara í endaspælinum, meðan APOEL og Ajax spæla um eitt pláss í Europa League.

 

Dystir:

APOEL  – Barcelona (19:45)

PSG – Ajax (19:45)

 

Støðan:

1. PSG 10

2. Barcelona 9

3. Ajax 2

4. AOPEL 1

 

Bólkur G:

José Mourinho sigur, at Chelsea skal vinna á Schalke hvør venjari er Roberto Di Matteo – einasti maður, sum hevur vunnið Champions League við Chelsea. Tað vildi José Mourinho ikki tosa so nógv um undan dystinum í kvøld. Enn er alt opið, men vinnur Chelsea eru teir víðari.

 

Dystir:

Schalke – Chelsea (19:45)

Sporting – Maribor (19:45)

 

Støðan:

1. Chelsea 8

2. Schalke 5

3. Sporting 4

4. Maribor 3

 

Bólkur H:

BATE Borisov hevur framvegis ein lítlan møguleika at koma víðari, men teir hava tapt stórt nakrar ferðir nú, og tað tykist lítið sannlíkt at teir gera ein vørr seinastu dystirnar. Í Bilbao verður sagt, at felagið ynskir Europa League plássið frá BATE. Um einki óvæntað hendir í kvøld, so eru FC Porto og Shakhtar Donetsk víðari eftir dystirnar í kvøld.

 

Dystir:

BATE Borisov – FC Porto (17:00)

Shakhtar Donetsk – Athletic Bilbao (19:45)

 

Støðan:

1. FC Porto 10

2. Shakhtar Donetsk 8

3. BATE Borisov 3

4. Athletic Bilbao 1