Havnar Svimjifelag skipar um vikuskiftið fyri úttøkukapping í svimjing til oyggjaleikirnar á Jersey og evropisku leikirnar í Baku, Aserbaidjan. Freistin at klára úttøkutíðirnar endar sunnudagin, so hetta er seinasti møguleikin hjá svimjarunum at vinna sær pláss í leikunum, skrivar heimasíðan svimjing.com.
Kappingarnar byrjaðu nú klokkan 10 í morgun. Seinnu kappingarnar í dag byrja klokkan 17. Í morgin byrja kappingarnar klokkan 09 og klokkan 16. Skráin sæst her.