Síðani 29. februar hava nakrir 'up coming designers' sýnt fram eina øðrvísi verkætlan á torginum í SMS. Talan er um 2. árs næmingar á klædnadeildini á Glasi, sum hava víst fram hvat tær hava avrikað.
Verkætlanin eitur "Redesign" og dentur verður einans lagdur á at endurskapa, og ikki á tann ástøðiliga partin. Tilfarið skal verða endurskapað - tað vil siga, at tær hava fríar teymar at nýta alt frá toyi, fløskum, ballónum, avísum og øðrum.
Arbeitt verður sjálvstøðugt í eina viku og endaliga plaggið verður síðani víst fram í SMS. Tílíkar verkætlanir eru altíð spennandi, tí einans hugflogið kann seta mørk.
Klædnaatstøði er ein 2 ára útbúgving, har næmingarnir m.a. læra at seyma, konstruera og sniðgeva klæðir.
Ginurnar eru at síggja á torginum í SMS til og við í dag.










