Annað árið á rað hevur Klaksvíkar Kommuna havt skoytibreyt í hjartanum á Biskopstorgi í Klaksvík.
Mong munnu minnast á mangar góðar løtur á skoytum sum børn, tá kavin legðist á vetri. Um kuldin og avfallið var passaligt, sóust børn og ung á skoytum og sparkara um allan býin frá morgni til myrkurs. Við økta talinum av bilum og við nýggju og nógv meiri útslitagóðu kavaruddingini nú á døgum, er tó næstan ógjørligt at standa á skoytum á vegunum. Tí er nýggja skoytibreytin í Klaksvík eitt kærkomið tilboð til allar borgarar í norðoyggjum.
Frá teimum á skoytibreytini frætta vit, at aftur í ár hava sera nógv fólk allastaðni frá verið og vitjað á Biskupstorgi. Veðrið man sær sjálvum ráða, men góðu dagarnar hava heilt fitt av fólki nýtt møguleikan til eina virkna og stuttliga løtu í frískari luft á skoytibreytini. Klaksvíkar kommuna hevur eisini gjørt íløgu í nýggja køliskipan, soleiðis at breytin hetta skeiðið hevur hildið sær nógv betri í sveiggjandi hitalagnum í føroyska vetrinum enn í fjør.
Hetta vikuskiftið er tó seinasti møguleiki at royna síni kynstur á skoytibreytini á hesum sinni. Breytin er opin sunnudagin frá kl 15 til 20.