Seinasti klassiski Lada av samlibandinum

Eftir góð 41 ár á marknaðinum steðgar framleiðslan av tí fyrsta Lada, ið kom í 1970 sum Lada 2101.

Russar keyptu tá framleiðslumaskinurnar til Fiat 124, sum var útgingin, og bygdu eina stóra verksmiðju í býnum Togliatti. Modellið eitur í dag Lada 2107, og er næstan óbroytt síðan bilurin kom á marknaðin í 1970.