Francisco Antonio Varallo, sum var føddur í La Plata í Argentina tann 5. februar í 1910, spældi við tí argentinska fótbóltslandsliðnum, árini 1930 til 1937, og spældi hann við í tí fyrstu HM-finaluni í søguni, sum var millum Uruguay og Argentina. Finalan var spæld á Centenario leikvøllinum í tí uruguanska høvuðsstaðnum, Montevideo tann 30. juli í 1930. Uruguay vann finaluna 4-2, eftir, at Argentina hevði verið á odda 2-1 í steðginum.
Francisco Varallo var tann seinasti, sum var á lívi av teimum, sum spældu við í tí fyrstu HM-finaluni í 1930. Varallo – sum var tað teir nevndu centre-forward á tí gamla fótbóltsmálinum – skoraði eitt mál í HM-endaspælinum, og var tað í bólkaspælinum, tá Argentina vann heili 6-3 á Meksiko.
Varallo, sum hevði kelinavnið »Pancho« spældi 16 landsdystir fyri Argentina, har hann skoraði sjey mál. Í 1937 vann hann suðuramerikanska meistaraheitið – Copa America – við argentinska landsliðnum.
Francisco Varallo var yrkisspælari við tí kenda liðnum, Boca Juniors, har Diego Maradona er tann størsta legendan í søguni. Árini 1931-1940 spældi Francisco Varallo 210 dystir fyri Boca Juniors, har hann skoraði heili 181 mál. Hann gjørdist argentinskur meistari við Boca Juniors tríggjar ferðir. Hetta var í 1931, 1934 og í 1935.
Tá Varallo fylti 100 ár tann 5. februar í ár, var nógv gjørt burturúr í Argentina, og var hann rættiliga væl fyri tá, og skemtingarsamur segði hann við argentinsku pressuna, at hann ætlaði at gera eitt »comeback« í ár.










