Nú fólk renna millum tilboðini á Black Friday, so bjóðar Hvistan, rørslufelagið í Suðuroynni, til eitt enn betri tilboð í morgin, leygardagin, nú seinasti heilsutúrurin í 2020 er á skránni.
Heilsutúrurin hesaferð verður frá Keyp hjá D.J. Vilhelm í Vági, har tað verður eins og áður runnið ella gingið í 15minuttir og síðani vent og so heim aftur.
Tað verður byrjað kl. 11.00 og øll eru aftur kl. 11.30, tá hugni og dráttur er á skránni.
Eftir túrin verður kaffi, frukt og annað gott, eins og at drigið verður um eitt gávukort.
Túrarnir í heyst, sum Hvistan hevur fyriskipað, hava verið sera væl umtóktir, har serliga felagsskapurin hevur verið góður saman við rørsluni, sum er so týdningarmikil sum ongantíð áður, skrivar Hvistan í tíðindaskrivi.