Seinasti fundur hjá Astrup

Klokkan gott níggju í morgun hittust Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, og Jørn Astrup Hansen, fráfarandi formaður í Búskaparráðnum á fundi í Fíggjarmálaráðnum

BÚSKAPARFUNDUR

 

Seinasti fundur hjá Búskaparráðnum við Jørn Astrup Hansden sum formanni varð hildin í Fíggjarmálaráðnum í morgun.

Evnið á fundinum var fíggjarkreppan, og formaðurin í Búskaparráðnum var møttur einsamallur at greiða Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, frá um altjóða kreppuna í fíggjarheiminum.

Spurdur, um hetta nú var seinaserti fundurin hjá honum sum formanni í Búskaparráðnum svaraði Jørn Astrup Hansen heldur kryptiskt, at tað var tað – í hvussu er fyri jól.

So um nýggj lyftir frá Jóannesi Eidesgaard um fleiri pengar til ráðið, saman við einum lyfti um, at fíggjarmálaráðharrin fer at lurta betri eftir ráðunum hjá Búskaparráðnum, hava gjørt, at Jørn Astrup Hansen fer at umhugsa støðu sína av nýggjum, er ikki heilt greitt.