Meðan kappingarneytarnir hjá EB/Streymi allir takast í dag, hava sundalagsmenn ein dag eyka at hvíla seg í.
Dysturin móti ÍF er nevnliga ikki fyr enn í morgin, og tá kann EB/Streymur so taka enn eitt fet móti tí, sum alt meira líkist einum tryggum meistaraheiti.
Upprunaliga skuldi dysturin hesa ferð spælast í Fuglafirði, men varmakelda var, tá ÍF skuldi vitja við Margáir, og so samdust feløgini um at skifta um heima- og útidyst.