Føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti hevur spælt sín seinasta dyst í European Open-kappingini. Aftaná tvey bólkaspøl gjørdist greitt, at Føroyar skuldu spæla plaseringsdyst um at enda nummar 13 ella 14 í kappingini. Plaseringsdysturin bleiv leiktur í dag ímóti Eysturríki, og er hann júst liðugur.
Og Føroyar enda nummar 13 í European Open, tí at endaliga úrslitið gjørdist 28-31 til Føroyar. Í fyrra hálvleiki var munurin størri ímillum liðini. Hálvleiksstøðan var 9-14 til Føroyar, men í seinna hálvleiki gjørdu eysturríkar eitt stórt hál inn á Føroyar. Tað nærmasta eysturríkar komu føroysku dreingjunum var 27-28. At enda rann føroyska liðið tó aftur undan eysturríkum, so at endaliga úrslitið gjørdist 28-31 til Føroyar.
Málskjúttarnir hjá Føroyum vóru hesir:
Áki Egilsnes 11
Rói B. Hansen 7
Sjúrður Olsen 3
Pætur Johansen 2
Helgi H. Hoydal 2
Kjartan Johansen 2
Fríði H. Weyhe 2
Brandur Halgirson 2