Seinasta FM-finalan ímillum H71 og Neistan verður leikt í kvøld klokkan 20.00 í Hoyvíkshøllini
Tá ið H71 og Neistin hava avgjørt hvar Føroyameistaraheitið hjá monnum endar í kvøld, takka høvuðsvenjararnir hjá báðum feløgum fyri seg á hesum sinni.
Teir báðir, Jeppe Borch og Sonni Larsen hava nevnliga fyrr í ár boðað frá, at teir ikki halda fram í ávikavist Neistanum og H71. Báðir venda aftur til danskan hondbólt, har Sonni Larsen skal røkja ein venjarleiklut í Ajax København. Jeppe Borch skal, sambært jn.fo, hjálpa við venjingini í GOG, sum í hesum døgum spælir um danska meistaraheitið hjá monnum.
Í samrøðu við in.fo fyrr í kappingarárinum greiddi Sonni Larsen frá, at tað er millum annað fyri at vera tættari at familjuni at hann hevur valt at flyta aftur til Danmarkar.
Sonni Larsen hevur verið í Føroyum í trý ár, og hesa tíð hevur unnustan verið búgvandi niðri. Við H71-faldaran sigur venjarin at tey skulu gerast foreldur seinni í summar, men avgerðin um at flyta aftur til Danmarkar hetta summarið var tikin fyri langari tíð síðani.
Sonni Larsen kom til Føroya, tá ið hann gjørdist venjari hjá H71 við kappingarbyrjan í 2016. Í hesi tíð hevur H71 vunnið tvey Føroyameistaraheitið og eina steypakking. Triðja Føroyameistaraheitið av trimum møguligum kann koma í hús í kvøld.
Jeppe Borch kom eisini til Føroya í 2016. Hann var tá venjari hjá KÍF, men hevur tvey tey seinastu kappingarárini verið í Neistanum. Í hesi tíð hevur Neistin vunnið ein steypasigur og fingið FM-silvurheiðursmerki. Jeppe Borch fær møguleikan at siga neistanum farvæl við gullheiðursmerki um hálsin, um Neistin vinnur á H71 í kvøld