Ein sannur dinosaurur. Soleiðis tók verandi FSF-forsetin, Óli Holm, til, tá hann skuldi takka Jens Eriki fyri hansara part í arbeiðinum innan føroyskan fótbólt.
Við hesum vildi formaðurin meira vísa á, hvussu stór persónligheitin hjá nú fyrrverandi nevndarliminum hevur verið. Ein persónligheit, har jaligu lýsingarorðini vóru nógv í tali á mongu røðunum, sum vórðu bornar fram.
Millum tey mest beinraknu mundu tó vera orð sum professionellur, kvikur, dugnaligur, hjartagóður og málsøkin. Tí øll hesi lýsa á hvør sín hátt arbeiðsavrikið, sum Jens Erik í so nógvar mátar hevur lagt eftir seg innan føroyskan fótbólt.
Sjálvur fegnaðist Jens Erik einamest um, at tað nú er eydnast FSF at skapa eitt fullfíggjað konsept við landsliðsarbeiðinum, har talan er um tilrættislagda menning og støðugar avbjóðingar hjá bestu spælarum okkara.
Og so kundi hann ikki bara seg fyri einum lítlum skálkabrosi, tá hann skuldi siga farvæl.
- Eg játtaði í eini veikari løtu, at eg vildi taka sess í nýggju yvirkærunevndini. Men um nú feløgini bara læta vera við at kæra teir úrskurðir, sum Aganevndin ger, so sleppi eg púrasta undan, segði Jens Erik á móttøkuni, sum eftir aðalfundin varð skipað fyri honum.









