Seinasti dagurin á varmakeldu

Í dag verður konsert í Mentanarhúsinum við Jan Rúna Poulsen og Mattias Kapnas.

 

 

Dagurin í dag er hin seinasti á varmakeldu á hesum sinni, og í dag verður gudstænasta í Fuglafjarðar kirkju við Øssuri Kjølbro, presti. Opið verður eisini á Munta, Patrick’s, Pitsa 530 og Piddasahandli, eins og málningaframsýningin hjá Marjun í Lambanum í Ribarhúsi heldur fram.

Í dag klokkan 16 verður konsert í Mentanarhúsinum við Jan Rúna Poulsen og Mattias Kapnas. Hetta er ein summartónakonsert, sum kostar 100 krónur við dyrnar - og er ókeypis fyri børnum og tónleikanæmingum.

Í tímunum í dag frá klokkan 15 til 19 verður tað, tey rópa StøkkUpp hugnakafé aftur í Mentanarhúsinum, og seint í dag verður eisini ein fótbóltsdystur í Fløtugerði í 1. deild kvinnur, og hesin dysturin verður millum ÍF/Vík/B68 og AB klokkan 18.