Í morgin fer ein kend býarmynd í Klaksvík at hvørva.
Tað hendir, tá ið arbeiðið at taka salin hjá brøðrasamkomuni, Betesda niður.
Men á grundini fer ein nýggj býarmynd at reisast, tí ætlanin er at byggja eitt nýtt Betesda á sama staði.
Sostatt er dagurin í dag ein heilt serstakur dagur hjá Brøðrasamkomuni, tí hetta er síðsti dagur, møti er í gamla
Betesda og myndina hevur Dávur Winther tikið í morgun, tá ið fólk so smátt fóru at leita sær á møti.
Nýggja Betesda, sum eftir ætlan skal verða liðugt á vári í 2013 verður munandi rúmligari og tað verður eisini innrætta soleiðis, at tað hóskar betri til framtíðar virksemi, heilt frá sunnudagsskúla, ungdómsarbeiði, kórsang, tónleik, møtir, vígslur, tiltøk, annað mangt.
Ímeðan bygt verður, verður virksemi hjá Brøðrasamkomuni í Klaksvík í øðrum hølum.
Betesda hevur partalag við Fuglark arkitektar og byggifyritøkuna Kanjon um arbeiðið.









