Seinasti bruttohópurin

Lars Nedergaard hevur nú tikið 17 leikarar út til bruttohópin hjá hondbóltslandsliðnum. Teirra millum Trónda Joensen og Mads T. Jensen

Hondbóltur

Mads T. Jensen er higartil eitt fullkomuliga ókent navn í føroyskum manshondbólti, men hann er so millum tey 17 nøvnini, sum eru í seinasta bruttohópinum hjá landsliðsvenjaranum, Lars Nedergaard.
Talan er her um ein av liðfeløgunum hjá Jens á Skipagøtu og Trónda Joensen í Team Amager. Tað hevur víst seg, at leikarin hevur føroyska ætt, og tí hevur møguleika at spæla á føroyska landsliðnum.
- Enn er hópurin ikki endaliga úttikin, men vit hava valt at hyggja nærri leikaranum, sum vanliga spælir á vinstra veingi, og annars er hampuliga væl fyri, sigur Hjalmar Klein Olsen, hjálparvenjari hjá landsliðnum.
- Vit kunnu bara staðfesti, at lámir eru ein mangulvøra hjá okkum, og tí gjørdi vit av at taka av, tá hetta soleiðis mest sum av tilvild stóð okkum í boði, sigur Hjalmar.
Savnanin av bruttohópinum hesaferð er annars seinasta fínpussingin í fyrireikingunum til komandi undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum. sum tað framgongur av yvirlitinum, so er her talan um 17 leikarar, men tollaksmessudag verður hetta skorið niður í 15.
Annars er vert at bíta merki í, at Tróndur Joensen nú aftur er tøkur hjá landsliðnum. Fyrrverandi kyndils-leikarin hevur av ymsum ávum ikki havt stundir til landsliðið higartil, men nú sær betri út í so máta, og væntandi kann hann gerast ein góður styrkur at hava hjá liðnum.