Seinasti arbeiðsdagur í dag

Eftir tíggju ár vil parkeringsvørurin royna okkurt nýtt

Í dag hevur Thordur Thorsteinsson, parkeringsansari í Havn, sín seinasta arbeiðsdag á hesum sinni. Hann hevur sagt seg úr starvi og flytir í næstum til Danmarkar at búgva.

 

Við Rás2 í morgun segði hann, at tað var fyri at royna nýggjar leiðir, at hann hevur biðið um farloyvi frá starvinum fyribils. Hann hevur familju í Danmark, og tað er eisini fyri at vera nærri teimum, at hann flytir.

 

– Eg havi starvast sum parkeringsvørður í tíggju ár og ein mánað, og havi nú hug at royna okkurt nýtt, segði hann.

 

Um starvið hesi tíggju árini sigur hann, at stórar broytingar eru farnar fram.

 

– Fyrstu árini vóru vit bara í miðbýnum í Havn, men nú eru økið nógv størri, nú uppgávan eisin fevnir um onnur øki í kommununi, bæði á Argjum, í Hoyvík og í Kollafirði, segði Thordur Thorsteinsson.

 

Men at hann hevur verið fegin um arbeiði, dylir hann ikki.

 

– Fólk eru sera fitt, og eg komi í samband við nógv fólk, og tey skilja meg væl, tá parkeringsbótin er skrivað, og fata, at einki er at gera við tað. Meðan tey fyrr kundu øsa seg, taka tey tað í dag sum oftast við einum smíli.