Seinasti arbeiðsdagur á sýsluskrivstovuni á Sandi

Við høvið handaði borgarstjórin í Sands kommunu, Heri Sverrason, Sunnevu Hansen, eina samanplanting.

Í samband við, at Sunneva Hansen í vikuni hevði sín seinasta arbeiðsdag á sýsluskrivstovuni á Sandi fekk hon eina samanplanting frá Sands kommunu.

 

- Hetta er ein tøkk fyri, at hon so trúliga og í øllum veðri hevur siglt um Skopunarfjørð at røkja starvið, sum er staðsett í umsitingarbygninginum hjá Sands kommunu.

 

Soleiðis skrivaði Sands kommuna á sínum Facebook-vanga, nú Sunneva Hansen hevði sín seinasta arbeiðsdag. 

 

Við høvið handaði borgarstjórin í Sands kommunu, Heri Sverrason, henni eina samanplanting frá kommununi.   

 

Sunneva Hansen er systir navnframa, Bjarna Dalsgaard, Bjarna á Mølini, róptur. Ættarbondini eru úr Skálavík. 

 

Sands kommuna ynskir Sunnevu Guds ríku signing og eina  bjarta framtíð.