- Málið er at ganga uttan stav og kenna meg trygga á fótum, sigur 92 ára gamla Kristianna Nolsøe, sum harmast um at endurvenjingarskipanin á Boðanesheiminum eftir øllum at døma heldur uppat.
Tilsamans 15 fólk hava verið í royndarverkætlanini við samdøgursrehabilitering, sum Boðanesheimið í Havn hevur skipað fyri síðani august mánað.
Teirra millum 92 ára gamla Kristianna Nolsøe, sum er av Glyvrum, men býr í Havn.
- Eg vóni ikki at tilboðið heldur uppaft. Hetta hevur so mikið stóran týdning, at pengar mugu fáast til vega onkrastaðni frá, sigur Kristianna Nolsøe.
Talan er um eina verkætlan, har tey hava bjóðað eldri fólkum samdøgursrehabilitering.
Men nú er óvist, um Boðanesheimið kann halda fram við samdøgursrehabilitering næsta ár. Eingir pengar eru játtaðir til endamálið.
Tað kostar eina millión krónur, um tilboðið skal halda fram næsta ár.
Les meira um málið í Sosialinum ídag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.