Tað var ein fullsett Immanuel kirkja í Halden, sum segði eitt seinasta farvæl við 16 ára gomlu Elisabeth Trønnes Lie, ið er seinasta Utøya offrið, sum verður jarðað.
Stórasystir hennara varð eisini skotin á Utøya, men slapp við lívinum, og foreldrini bíðaðu til hon slapp heim av sjúkrahúsinum, so hon eisini kundi verða við til jarðarferðina.
Tær báðar systrarnar stóðu hvørjari aðrari ógvuliga nær, og stórasysturin helt eina rørandi talu við jarðarferðina, skrivar VG Nett.
- Eg eri vís í, at tú ert vakrasti eingilin á Himli, og eisini eingilin við vakrastu røddini, segði Cathrine Trønnes Lie í talu síni.
Hon segði í talu síni, at systurin dámdi væl sjónleik og tónleik og skuldi byrja á tónleikalinjuni eftir summarstegin, nakað hon gleddi seg sera nógv til. Eisini segði hon, at 16 ára gamla systurin droymdi um at fáa starv hjá Kripos (norsku kriminalløgregluni), tá hon gjørdist eldri.
Eisini forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, helt røðu við jarðarferðina.
- Elisabeth er deyð, men hon verður ongantíð burturi. Hon var ein genta við ógvuliga stórari menniskjaligheit, erligheit og kærleika. So stórur kærleiki fánar ongantíð, segði Jens Stoltenberg í kirkjuni.
Hann vitjaði eisini 17 ára gomlu Cathrine Trønnes Lie á Ullevål sjúkrahúsi, meðan hon lá har illa særd av skotsárum.
- Tað, sum hevði størstu ávirkanina á meg, var, at hóast hon sjálv var illa særd, hugsaði hon fyrst og fremst um systir sína. Eg eri ógvuliga fegin um, at hon megnaði at halda røðu mitt í allari sorgini, segði Jens Stoltenberg.
Fyrstu offrini frá terrorálopunum vórðu jarðað 29. juli, Elisabeth gjørdist hitt seinasta.
- Noregi fer nú at venda aftur til gerandisdagin, men fyri tey, sum hava mist onkran av sínum kæru, verður tað ein missur, sum fylgir teimum restina av lívinum. Tí er tað av stórum týdningi, at vit framhaldandi minnast tey, taka tey í favn, geva teimum ein kopp av kaffi og vísa, at teirra upplivingar ongantíð verða gloymdar, segði Stoltenberg eftir jarðarferðina, skrivar VG Nett.