Seinasta umfarið verður í Miðvági

Sjeyndi og seinasti finalisturin í Barnaprixnum skal finnast í innleiðandi kappingini, sum verður í Miðvági leygarkvøldið

Seks av teimum sjey finalistunum í Nósabarnaprixnum 2002 er funnir. Sangkappingin fyri børn hevur fingið sera góða undirtøku kring alt landið, og samanlagt hava 60 sangarar verið við í kappingini.

Teir seinastu 10 avbjóðararnir fara at royna seg í Bygdarhúsinum í Miðvági leygarkvøldið 19. oktober kl. 19.00. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar, og sølan byrjar kl. 18.00.

Luttakararnir í hesum umfarinum eru: Jónhild Lindenskov Magnussen, Aleth Jacobsen, Brynhild Jacobsen, Jónsvein Magnusen, Torgunn á Løgmansbø, Terji Skaalum Jacobsen, Durita Thomasen, Ronja á Plógv, Jona Ásvør Svabo Samuelsen og Óluva Dam.

Finalan í Barnaprixnum verður á Kambsdali 9. november. Fyrireikararnir hava lovað onkran serligan gest, og teir boða nú frá, at tað verður føroyska tannáringaidolið Brandur Enni, sum fer at hava eina framførslu undir finaluni.