U-21 landsliðið hjá Føroyum spælir í dag seinasta dystin í hesari undankappingini. Dysturin verður spældur móti Eysturríki á Svangaskarði klokkan 15:30 í dag.
Hetta er somuleiðis eisini seinasti dystur hjá Bill McLeod Jacobsen sum U-21 landliðsvenjara. Hann hevur verið U-21 landsliðsvenjari alla ta tíðina, meðan Føroyar hava havt U-21 landslið. Fyrsti U-21 landsdystur hjá Føroyum var spældur í 2007, og er tað sostatt eitt tíðarskeið uppá nærum 10 ár at Bill McLeod Jacobsen hevur staðið á odda fyri føroyska U-21 landsliðnum.
Fyri løtu síðani settu føroysku venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze, føroyska liðið til dystin í dag ímóti Eysturríki.
Tað sær soleiðis út:
Í mál: Niklas Thomsen (HB)
Í verjuni frá høgru: David Langgaard (KÍ), Andrias Eriksen (B36), Hørður Askham (B36), Ári M. Jónsson (HB).
Á sentrala miðvøllinum: Jonas G. Hansen (FC Sydvest), Betuel Hansen (NSÍ), Teit Jacobsen (HB)
Í síðunum frá høgru: Jóannes Bjartalíð (KÍ), Jákup V. Olsen (Víkingur)
Fremsti maður: Jákup Thomsen (FC Midtjylland)
Tað er ókeypis atgongd til dystin millum Føroyar og Eysturríki á Svangaskarði í dag, sum byrjar klokkan 15:30.