Seinasta útkall hjá TB

Leygardagin kann AB leggja sjógv millum seg og ein av nærmastu kappingarneytunum í toppinum í 1. deild hjá monnum



Leygardagin verður aftur fult umfar í næstbestu fótbóltsdeildini hjá monnum.
B71 og AB liggja best fyri, og eitt av feløgunum, sum jagstrar tey bæði oddaliðini, er TB. Leygardagin spælir TB á Argjum, og dysturin er seinasti møguleikin hjá TB at blanda seg upp í oddastríðið aftur.
Munurin millum TB og tey bæði fremstu liðini er longu blivin so stórur, at eitt tap á Argjum ger av við seinastu vónina um uppflyting, sum TB hevur. Kravið hjá TB til dystin er einki minni enn ein sigur, tí ein javnleikur staðfestir bara munin millum TB og AB.
LÍF hongur eisini í teimum báðum fremstu liðunum, og leirvíkingar skulu í morgin spæla á útivølli ímóti SÍ. LÍF hevur fimm stig upp til AB á næstfremsta plássinum, og í Leirvík vóna tey, at TB fer at geva teimum eina hjálpandi hond á Argjum, samstundis sum LÍF vinnur sín dyst.
B71, sum er fremst, skal í morgin spæla á útivølli ímóti FSV04, og hinir dystirnir eru: HB-KÍ og Royn-VB/Sumba.