Seinasta útkall hjá StÍF

Strandingar hava møguleikan at nærkast finaluplássinum, og í Vestmanna skal H71 enn eina ferð royna at toga seg á beint

Hondbóltur

 

Seinna partin av fyrru kappingarhálvu misti StÍF mest sum ondina í oddastríðnum í bestu mansdeildini.

Fram til tá hevði StÍF annars hingið sera fast í VÍF, H71 og Neistanum, men tap móti teimum trimum liðunum sendu strandingar nakað langt afturum á stigatalvuni.

Enn er tó helmingurin av kappingini eftir, og tí kunnu strandingar halda lív í sínum møguleika, um tað eydnast teimum at taka bæði stigini, nú Neistin vitjar.

Neistin hevur hinvegin eisini tørv á stigunum. Ikki minst eftir tapið móti VÍF seinasta vikuskiftið.

Og eisini í Vestmanna er eitt brak á skránni, tá H71 kemur á vitjan. Hoyvíkingarnir, sum púrasta óvæntað taptu móti Kyndli seinast, eru einasta liðið, sum hevur bast VÍF hetta kappingarárið. Enntá við greiðum útisigri, tá liðini hittust seinast. Og kann H71 halda fast um takið, sum teir hava havt á oddaliðnum, eru teir av álvara við aftur í oddastríðnum eftir lítla afturstigið seinast.

Seinasti dysturin hetta umfarið er í Havn, har Kyndil tekur móti KÍF. Tey bæði liðini hava fyri mesta stríðst um at sleppa undan botnplássinum, men seinastu umførini hevur Kyndil togað seg burtur, og ivaleyst ætla teir grønu sær at økja enn meira um munin sunnudagin.