Seinasta útgávukonsertin við Brandi

Í annaðkvøld hevur Brandur Enni sína seinastu útgávukonsert á hesum sinni. Hon er í Norðurlandahúsinum klokkan 19:30. Hetta er 3. og seinasta útgávukonsertin í samband við nýggjastu útgávuna hjá Brandi,og Brandur hevur glett seg at spæla aftur í Norðurlandaúsinum, tí nøkur ár eru liðin, síðani hann seinast spældi har.

Umstøðurnar eru góðar í húsinum,og við sær hevur Brandur eitt úrvalslið av tónleikarum.

Konsertin verður mikukvøldið klokkan 19:30 í Norðurlandahúsinum, og enn eru nøkur fá atgongumerkir eftir, frættist frá Brandi.

 

Hósdagin fer Brandur aftur til Svøríkis, har hann býr og spælir og innspælir tónleik. Og Brandur skal tá spæla við t.d. Thomas Ledin, ið er gamal í garði í svenskum tónleiki, og hann er ikki ein og hvør í hesum høpi, men ein, ið telist millum tungu dreingirnar á svenska tónleikapallinum.