Seinasta átakið í Lívfrøðiligum margfeldi

Seinasta átakið við almennum fyrilestrum, sum Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið skipa fyri, er á skránni í annaðkvøld. Seinasta átakið við almennum fyrilestrum, sum Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið skipa fyri í felag í sambandi við Lívfrøðiliga Margfeldis árið, er á skránni mikukvøldið 10. november klokkan 19:30.

Fyrilestrarnir verða í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð.

Skráin er:

Mike Church, fornfrøðingur, heldur fyrilestur um lívfrøðiligt margfeldi í landnámstíðini.

Finnur Lützen, lívfrøðingur, heldur fyrilestur um lívfrøðiligt margfeldi. Heitið á fyrilestrinum verður »Lívfrøðiligt fjølbroytni og hvat so«.

Høvi verður at kjakast um evnini.

Finnur Lützen er lívfrøðingur og undirvísir í lívfrøði á Føroya Studentaskúla í Hoydølum.

Mike Church er lektari á fornfrøðideildini á lærda háskúlanum í Durham í Onglandi. Høvuðsgransking hansara er um, hvørja ávirkan fólk høvdu á umhvørvið, tá tey komu til oyggjarnar í útnorði. Í Føroyum er Mike Church partur av tvørfakligu verkætlanini Heart of the Atlantic: Cultural Landscapes of Sandoy, har hann saman við øðrum hevur staðið fyri fornfrøðiligu rannsóknunum á Sondum og undir Junkarinsfløtti.